Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Politikkur

Sjúrður Skaale og Mattias Tesfaye, danskur barna- og undirvísingamálaráðharri

Sjúrður Skaale og Mattias Tesfaye, danskur barna- og undirvísingamálaráðharri

Sjúrður Skaale og Mattias Tesfaye, danskur barna- og undirvísingamálaráðharri

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Børn og ung í Danmark skulu vita nógv meira um Føroyar og Grønland. Tað er málið hjá donsku stjórnini, sum í dag er komin við einum nýggjum útspæli um ríkisfelagsskapin. Talan er um eina avtalu, sum er gjørd í samstarvi við Sjúrð Skaale, fólkatingsmann fyri Javnaðarflokkin.

Lagt verður millum annað upp til meira kravda undirvísing um ríkisfelagsskapin í fólkaskúlanum. Eisini verða pengar settir av til eina ”Ríkisfelagsskapsviku”, har næmingar í eina viku læra um Føroyar og Grønland. Og í studentaskúlum skulu næmingarnir lesa fleiri bókmentir av føroyskum og grønlendskum rithøvundum, og betri møguleiki verður fyri námsferðum millum tey trý londini í ríkisfelagsskapinum.

– Eg haldi, hetta eru nøkur øgiliga góð átøk. Jú størri vitan, vit hava um hvønn annan í ríkisfelagsskapinum, jú færri fordómar, sigur Sjúrður Skaale, sum áhaldandi hevur arbeitt fyri hesum øki.

Undirvísingin um Føroyar í donskum skúlum er áður styrkt eftir trýsti frá Sjúrði Skaale, men í dag verður enn eitt stórt stig tikið, so Føroyar og Grønland fara at fylla enn meira á donsku tímatalvuni.

Danski undirvísingarráðharri Mattias Tesfaye, ið hevur lagt avtaluna fram, væntar sær nógv av nýggju átøkunum.

– Støðan í heiminum í dag leggur fólkaræðið undir trýst. Ófriðurin minnir okkum um, at samanhald ikki er ein sjálvfylgja, men nakað, mann skal halda fast í. Tað er tørvur á at styrkja vitanina um hvønn annan í ríkisfelagsskapinum, og arbeiðið byrjar í skúlanum, sigur Mattias Tesfaye.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #