Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Føroyar hava í dag saman við Danmark og Grønlandi verið til hoyring í mannarættindum í ST bygninginum í Genève.
Hetta er fjórðu ferð, at Føroyar eru til hesa hoyring, sum verður kallað Universal Periodic Review (UPR).
Tað er mannarættindaráð Sameindu tjóða, sum stendur fyri hoyringini, har øll ST limalond á leið fjórða hvørt ár verða hoyrd í, hvussu tey liva upp til tær ásetingar, sum tey hava bundið seg til í ST mannarættindasáttmálunum.
Danmark er formligur sáttmálapartur í ST og hevur sendinevndarleiðsluna til slíkar hoyringar, har umboð úr Grønlandi og Føroyum luttaka. Grønland og Føroyar svara fyri sínum egnu økjum.
Í sambandi við hoyringina, fingu ST limalondini høvi til at koma við viðmerkingum og tilmælum um, hvørjir batar mettir verða kunnu verða gjørdir á mannarættindaøkinum.
Tilmæli, sum viðvíkja Føroyum, verða almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, tá ið tey eru tøk.
Kunning um UPR
UPR er ein tilgongd, har mannarættindaráð Sameindu tjóða (United Nations Human Rights Council) kannar mannarættindastøðuna hjá ST limalondunum og varpar ljós á tey viðurskifti, ið londini kundu bøtt um.
Endamálið er at royna at virka fyri, at londini veita sínum borgarum ásettu mannarættindi, bæði í lóg og í verki.
Sum liður í hesi tilgongd skulu ST-limalond lata UNHRC frágreiðing um mannarættindastøðuna í landinum áleið fimta hvørt ár.
Í mun til aðrar frágreiðingar til ST, sum taka útgangsstøði í einum einstøkum mannarættindasáttmála, fevnir hendan frágreiðingin um allar ST-mannarættindasáttmálarnar.
Hin 26. januar 2026 lótu Føroyar inn sína fjórðu frágreiðing um yvirskipaðu mannarættindastøðuna í Føroyum.
Føroyska frágreiðingin er partur av felags frágreiðing fyri alt kongsríkið, ið er tilskilað í tríggjar partar (Danmark, Grønland og Føroyar).
Hetta er tann sokallaða UPR (Universal Periodic Review) frágreiðingin hjá danska kongsríkinum.
Føroyar lótu sína fyrstu frágreiðing av hesum slag til ST í 2011, seinnu frágreiðing í 2015 og triðju frágreiðing í 2021.
Nærri kunning um UPR tilgongdina kann lesast á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum og sæst her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



