Skúlablaðið: Talið av stuðlum í fólkaskúlanum er vaksið. Hetta er gjørt fyri at spara, tí skúlin vil ikki gjalda fyri ein lærara.
Ein lærari hevur rætt til arbeiðstíð og løn fyri at fyrireika undirvísingina, tí er lærarin í starvi fulla tíð, meðan stuðulin harafturímóti bara verður settur í starv t.d. tríkvarta tíð, og lønin verður samsvarandi lægri.
Munurin í setanarbroti hjá lærarum og stuðlum ger stóran mun, tá skúlin skal spara, men tað er í stríð við fólkaskúlalógina, sum skal tryggja næminginum rætt til undirvísing frá einum útbúnum lærara.
Ístaðin verður t.d. ein stuðul settur til ein lesiveikan næming, heldur enn ein serútbúgvin lærari í lesing ella orðblindi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



