Søgan endurtekur ikki seg sjálva. Men hon rímar
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Søgan endurtekur ikki seg sjálva. Men hon rímar
- Mark Twain
Politikkur

Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-097/2025 frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um nýggjan vinnupolitikk

Spurningar vóru soljóðandi: 
1. Hvat er støðan við arbeiðinum við nýggja vinnupolitikkinum, og nær verður tað  liðugt?

2. Er ætlanin, at viðurskiftini hjá íverksetarum og nýskapanarfyritøkum verða ein partur  av vinnupolitikkinum?

3. Hvørjir ítøkiligir batar eru ávegis fyri føroyskar íverksetarafyritøkur, sum  landsstýrismaðurin ætlar at seta í verk?

Svarað verður undir einum:  
Farið var undir at skipa arbeiðið við nýggja vinnupolitikkinum og at savna neyðuga tilfarið.   

Síðani verandi vinnupolitikkur varð gjørdur, er nógv gjørt fyri at gera og dagføra vinnugreinapolitikkir og fremja hesar við lógarverki og øðrum neyðugum karmum.  

Tá ið ein nýggjur samlaður vinnupolitikkur skal gerast, verður í stóran mun talan um at lýsa tey heilt yvirskipaðu vinnupolitisku prinsippini, sum eisini eru grundarlagið undir øllum vinnugreinapolitikkum, og harnæst karmarnar, sum hava ávirkan á allar vinnur, t.d. lóggávu um vinnuskatt, arbeiðsmarknað, útlendska arbeiðsmegi, felags tøk at fáa útisetar heim o.a.

Í sambandi við, at løgtingsvalið er útskrivað, hevur løgmaður heitt á landsstýrisfólkini um ikki at gera annað enn tað, sum er alneyðugt til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað.

Tískil verður ikki mett rætt at svara spurningunum um, hvørjar politiskar ætlanir landsstýrismaðurin hevur fyri íverksetarar og nýskapandi fyritøkur. 

Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 27. februar 2026 
Eirikur í Jákupsstovu 
landsstýrismaður 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #