40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo
Vinna

Geymin: Eftir fleiri ár við vøkstri flytur Geymin nú í nýggj hølir á Argjum. Flytingin er eitt natúrligt stig í menningini hjá felagnum, sum í dag tænir meira enn 500 vinnukundum kring landið.

Nýggja adressan hjá felagnum er Kvíggjartún 8 á Argjum, har betri karmar eru fyri bæði verandi virksemi og víðari vøkstri.

– Vit hava havt støðugan vøkstur seinastu árini, og tørvurin á plássi og betri karmum er vaksin samsvarandi. Nýggju hølini geva okkum møguleika at vaksa víðari – samstundis sum vit fáa eina snøgga og innbjóðandi kundamóttøku, sigur Rúni Brimvík, stjóri í Geymanum.

Rúni leggur afturat, at hølini longu eru tikin í brúk, so øll eru hjartaliga vælkomin á vitjan :)

KT-LOYSNIR, SUM GERA MUN
Hjá Geymanum snýr arbeiðið seg ikki bara um tøkni, men um at skilja tørvin hjá kundanum og veita KT-loysnir, sum veruliga gera mun í gerandisdegnum.

– Okkara arbeiði snýr seg ikki bara um tøkni – men um at skilja kundan og veita eina heildarloysn, sum ger arbeiðsdagin lættari og betri hjá kundanum. Vit hava fakligan stoltleika og arbeiða miðvíst við at menna snildar og haldgóðar KT-loysnir, har dygd, stabilitetur og kundanøgdsemi eru hornasteinarnir í arbeiðinum, sigur Rúni.

Í dag er Geymin ein heildarveitari av KT-loysnum til bæði smærri og størri vinnurekandi, har dentur er lagdur á at veita einfaldar og vælvirkandi loysnir, sum gera gerandisdagin lættari og meira effektivan hjá kundanum.

TAÐ LÍTLA, SUM RÚMAR TÍ STÓRA
Geymin varð stovnað í 2019. Snøgga orðið Geymin kenna øll í føroyska KT-heiminum og flestu onnur eisini – nevniliga hetta lítla, sum rúmar tí stóra.

Hetta lýsir væl arbeiðið hjá Geymin, har dentur verður lagdur á at gera tøknina einfalda – eisini tá tørvurin er stórur og kompleksur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #