Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Lesarin skrivar

Í dag er ein stórur dagur fyri Suðuroynna, nú Løgtingið hevur samtykt at fremja størsta frambrot í Føroya søgu, at  fara undir fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.

Talan er um eina framtíðar íløgu fyri javnbjóðis møguleikum fyri  búseting, vinnumenning, útbúgving og lívskorum fyri allar føroyingar — og við hesi samtykt er endiliga ljós sett fyri framman fyri unga ættarliðið í  Suðuroynni.

Eg vil bera fram eina hjartans tøkk til Løgtingið og serliga til teir løgtingslimir, ið hava atkvøtt JA og hava veruliga sæð avbjóðingarnar í Suðuroynni. Eg vil eisini takka fyri, at boðskapurin á borgarafundinum í SALT — ikki minst frá unga ættarliðnum — varð tikin í álvara.

Serlig tøkk skal eisini berast Løgmanni, Aksel V. Johannesen, fyri at hann hevur staðið stinnur í málinum, havt trúgv upp á ætlanina og skilt týdningin av tørvinum hjá Suðuroynni at verða knýtt at Føroyum.

Við hesi samtykt er vón birt fyri framtíðini hjá unga ættarliðnum í Suðuroynni, so tey kunnu fáa javnbjóðis møguleikar við javnaldrar sínar í Føroyum.

Henda samtykt gevur møguleikar fyri, at Suðuroyggin kann menna seg einaferð enn.  

Við virðing og hjartans tøkk.

"Føroyar mín móðir títt signaða navn
Í hjartanum rúnarist stendur

Títt sorgblíða bros
Títt mjørkaloft dró
Tín son sjálvt við sólgyltu strendur"

Kristin Michelsen
Borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu
25. februar 2026

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #