Kanningin hevur til endamáls at fáa greiðu á, um ein styttri arbeiðsvika gagnar Grønlandi, skrivar DR.
Hetta er longu galdandi fyri nøkur hundrað almenn starvsfólk. Men uppá longri sikt kann tað eisini vera galdandi fyri restina av grønlendsku arbeiðsstyrkini.
Saman við Føroyum skilir Grønland seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum við at hava eina 40 tíma arbeiðsviku.
Í dag fara grønlendskir politikarar í øðrum lagi at viðgera eitt uppskot um at kortleggja avleiðingarnar av at stytta arbeiðsvikuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



