Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai
Onnur tíðindi

Ein fyritøka hevur gjørt heimsins fyrstu sjokulátabar úr sonevndum kyknukultiveraðum kakaosmøri.

Talan er um ísraelsku fyritøkuna Celleste Bio, og kundin, sum hevur biðið um vøruna, er eigarin av kendum sjokulátum sum Marabou, Milka, Oreo og Toblerone.

Kyknukultivering er tá livandi kyknur, tað kann vera frá djórum ella plantum, verða dyrkaðar í einum tilgjørdum, stýrdum umhvørvi. Tøknin er ikki ókend frá eitt nú kjøti, har sonevnt kjøtlíki hevur verið gjørt í eina tíð. Men nú er so eisini sjokuláta gjørd á henda hátt.

Við einari kakaobøn kann fyritøkan soleiðis gera nógv kakaosmør.

Í einum tíðindaskrivi frá Celleste Bio verður millum annað sagt, at fyritøkan er á rættari kós til at kunna framleiða eitt tons av kakaosmøri árliga úr bert einari kakaobøn. Tað hevði annars kravt ein heilan hektar av kakaotrøum, verður eisini sagt.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #