Fyri nøkrum árum síðan (2014) bleiv ein samstarvsavtalað gjørd millum allar tríggjar kommunurnar kring Skálafjørðin - allir borgarstjórar skrivaðu undur. Um hetta er ein góð ella ring avtalað eru ymiskar meiningar um. Eg veit heldur ikki um hetta er ein avtalað, sum kommunustýrini tá vóru samd um, ella hetta bara er avtalað uttanum kommunustýrini.
Ongin ivi er um at fleiri ikki dáma at missa læknan í nærumhvørvinum.
Fyri økið uttanfyri høvuðsstaðin, so er hetta helst ein góð samstarvsavtalað, sum viðførur, at vit fáa fleiri tænastur tættari uppá okkum. Fleiri arbeiðspláss verða í okkara økið.
Tænastan smb. samstarvsavtaluni skal blíva betur:
- tí tá kommunulæknin vísur okkum víðari, so kann ein størri partur av viðgerðum gerast í heilsudeplinum
- Minni tørvur á at fara onkra aðra staðir - til Havnar/Klaksvíkar - til víðari behandling
- Samlað fleiri starvsfólk á eitt stað, ger at serliga yngru starvsfólkini koma at støðast betur, tí tú tá samstarvar við onnur og vitanardeilur við onnur
- Møguliga er tankin aftanfyri samstarvsavtaluna eisini at starvsfólk betur fáa avlasta hvønn annan (hetta síðsta er mín egna hugsan)
Smb. samstarvsavtaluni skal heilsudepilin húsa:
- Kommunulæknarnar
- Sjúkrarøktarfrøðingar
- Jarðarmøður
- Ergoterapeutar
- Fysioterapeutar
- Sálarfrøðingar
- Møguliga okkurt annað eisini
Arbeiðsuppgávurnar verða fjølbroyttar og vónandi spennandi, avbjóðandi og áhugaverdar fyri starvsfólk í Heilsudeplinum við Skálafjørðin
Spurningar øll kommunustýrini kring fjørðin eiga at seta
- Er ætlanin at depilin skal verða í núverandi Heilsumiðstøð í Runavík?
- Er ætlanin at gamla Politistøðin skal verða partur av Heilsudeplinum?
- Er ætlanin at byggja ein bygning til Heilsudepilin?
- Um alt skal verða í Runavík, hvør ætlan er fyri parkering til starvsfólk og brúkarar - ella hvussu nógv parkeringspláss er tørvur á?
- Nær kemur lækni 6 og er pláss fyri honum í Runavík?
- Skal samstarvsavtalan endurskoðast?
- Hví er ongin avtalað komin í hús við Sjóvar Kommunu?
- Hví er læknaviðtalan á Strondum útbygd fyri kortum?
- Hví umbyggja Heilsumiðstøðina nú, áðrenn avtalað er gjørd við Sjóvar Kommunu?
- Hví kunnu læknarnir ikki verða í tveimum húsum inntil ein heildarætlan fyri heilsudepilin er gjørd?
- Er nøkur ætlan um at gera eina heildarætlan fyri økið
Uttan iva eru svar og allarhelst ymisk svar - alt eftir hvør útalar seg.
At fáa fatur á lækna í Runavík hevur verið trupult hjá nógvum í fleiri ár - tíbetur eru fleiri væl nøgd og nógv onnur eru illa nøgd.
Sjálvandi dáma strandingum ikki at missa læknan, men veruleikin er at 99% av øllum sum fara til lækna, koyra við bili. Um tey so koyra 10 min longur, hevur sera lítið at siga. Hinvegin, so síggi eg onga grund til at niðurleggja viðtalurnar á Strondum, áðrenn heildarætlan fyri heilsudepilin er gjørd og Sjóvar Kommuna ikki formelt er komin inn í Heilsudepilin við Skálafjørðin.
Eg koyri gjarna 30-40min til onkran lækna - bara tíðin heldur sum eg fái - heldur enn at bíða longi hjá ”mínum” lækna, sum ikki hevur tíð júst tann dagin ella hann er fráverandi vegna sjúku, feriu ella fráverandi av øðrum grundum. Sjálvandi skullu tey sum vilja hava ein ávísan lækna, hava møguleika til tað.
Skipan við klientum hjá kommunulæknum
Hetta við klientum skal sjálvandi gjøgnum løgtingið, men burdi eisini verið viðgjørt
- Núverandi klientskipan hjá kommunulæknunum er sera vánalig. Gevur tað yvirhøvur meining at samlað læknarnar í eitt høli, um ikki teir samstarva um klientarnar ?
- Nú ringja vit til 5 ymiskar læknar við hvør sínum skrivara/heilsustarvsfólki - at síggja til, við ongum samstarvi. Tankin við einum Heilsudepli, hopi eg, er at tað er ein vegur inn og starvsfólkini arbeiða saman um at veita eina góða og skjóta tænastu - okkum brúkarum til besta.
- Vit hava stóra tannlæknastovu á fjørðinum, har vit avgreiða allar avtalur við ein persón. Slíka tænastu eigur ein nútímans Heilsudepil at hava.
- Burdi inntøkan hjá kommunulæknunum verið partvíst knýtt at nøgdsemi hjá brúkarunum og tí tænastu sum brúkarin fær ?
Staðfesting
- Strandingar hava góð hølir til tveir læknar
- Parkeringsviðurskiftini eru góð á Strondum
- Heilsumiðstøðin í Runavík hevur góð høli og klárar helst eftir umbygging at húsa 5 læknum og onkra funktión afturat
- Parkeringsviðurskiftini í Runavík er ikki nøktandi
- Ongin heildarætlan smb. Samstarvsavtaluni frá 2014 um heilsudepil er gjørd
- Sjóvar Kommuna er ikki í samstarvinum sum nú er.
Vónandi taka kommunustýrini kring Skálafjørðin seg saman - evt. saman við Heilsutrygd - og fáa øll viðurskifti viðvíkjandi samstarvinum um Heilsudepil í ordan.
OBS: Helst burdi eg sjálvur funnið svar uppá nógv av omanfyristandandi, men eg velji so at gera vart við hetta alment.
Niels Jacob Nielsen
Býráðslimur í Nes Kommunu
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



