Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai
Tónleikur

Herborg Torkilsdóttir, sum í løtuni toppar á donskum hittlista, spælir á Summar Festivalinum í august

Samstundis sum Herborg Torkilsdóttir í hesum døgum er ovast á Dansktoppen, boðar Summar Festivalurin frá, at hittsongkvinnan verður við á festivalinum í august.

Herborg Torkilsdóttir er hesa vikuna ovast á kenda danska hittlistanum, Dansktoppen, við sanginum »Ikke min skyld«. Hetta er óført frambrot hjá songkvinnuni, sum seinastu tíðina hevur givið fleiri sangir út á donskum máli.

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið hitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Náttin var okay«, »Sveipa til vinstru«, »Runt allar Føroyar« og aðrir.

Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga.

Á Summar Festivalinum hevur Herborg Torkilsdóttir framførslu saman við Rakul Petersen.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 6. til 8. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #