Seinastu dagarnir hevur Hiddenfjord luttikið á Fish International í Bremen í Týsklandi.
Evropeiski marknaðurin hevur fingið alsamt størri týdning seinnu árini, og í dag er marknaðarstøðan hjá Hiddenfjord sera góð.
Góðu úrslitini byggja millum annað á framúrskarandi góðskuna á laksinum og góðu kundatænastuna.
- At luttaka á hesi messuni er eitt gott høvi hjá okkum at varðveita og styrkja sambondini við okkara keyparar, sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord.
- Eisini er tað eitt gott høvi at vísa fram okkara vørur og Hiddenfjord brandið fyri nýggjum kundum.
Afturmeldingarnar frá kundunum eru sera góðar.
- Nógvir kundar peika á góðu eginleikarnir, sum okkara laksur hevur. Liturin, góði smakkurin, konsistensurin, og ikki minst góða haldførið.
- Tað er hugaligt at hoyra keyparnar greiða frá, hvussu væl fiskurin er móttikin, sigur Óli Hansen.
Hiddenfjord luttekur á fleiri messum komandi mánaðirnar, millum annað í Boston, Barcelona, Miami og Seoul.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



