40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo
Lesarin skrivar

Í 2023 varð skateparkin á Frælsinum tikin niður. Tað var einasta uttandura skatepark í Havn. Síðani tá hevur eitt stórt tómrúm staðið eftir. Ikki bara eitt fysiskt tómrúm, men eitt sosialt og mentanarligt.

Í 2024 tók Tórshavnar kommuna einmælt samtykta avgerð: ein nýggj skatepark skuldi byggjast.

Men hvat er hent síðani?

Einki.

Hóast fleiri rykkjarar, er støðan framvegis tann sama. Ongin tíðarkarmur. Ongin kunning. Ongin framgongd.

Vit í Skatefelagnum spyrja tí heilt einfalt:

Verður skateparkin gjørd: Ja ella nei?

Hetta snýr seg ikki bara um eitt stað at standa á skateboard. Hetta snýr seg um eitt tilboð til børn og ung, sum ikki altíð finna seg til rættis í traditionellum ítrótti. Hetta snýr seg eisini um trivnað, felagsskap og eitt sunt alternativ til at sita framman fyri ein skíggja.

Ein skatepark er ein grundleggjandi partur av einum fjølbroyttum og inkluderandi býi.

Tá ein kommuna tekur eina einmælta avgerð, so eigur hon eisini at standa við hana. Og tað minsta, vit borgarar kunnu vænta, er opinleiki og greið svar.

Tí heita vit nú á kommununa:
• Kom við einari greiðari støðu
• Leggið fram eina realistiska tíðarætlan
• Og vísið, at tit taka ungdómin í álvara

Samstundis vilja vit gera greitt, at vit í Skatefelagnum altíð standa klár at vegleiða, sparra og veita eina hjálpandi hond, so ein góð og haldfør loysn kann gerast veruleiki.

Borgarar í Tórshavn hava bíðað nóg leingi.

Nú er tíð at levera.

Vinarliga
Skatefelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #