Søgan endurtekur ikki seg sjálva. Men hon rímar
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Søgan endurtekur ikki seg sjálva. Men hon rímar
- Mark Twain
Politikkur

Ingilín D. Strøm á Facebook: Í 2019 valdi eg fyri fyrstu ferð at stilla upp. Eg var tá 28 ára gomul og nýliga liðug við mína útbúgving. Hjartamálini vóru tá, og eru framvegis, umhvørvi og náttúra, rættvísi, javnstøða, samhaldsfesti millum lønarbólkar og ættarlið, og eitt samfelag, har øll hava somu møguleikar. Nú havi eg tikið avgerð um at taka ein steðg frá politikki.

Við í ryggsekkinum havi eg seks og eitt hálvt ára royndir úr føroyskum politikki. Eg havi roynt meg sum andstøðupolitikari, samgongupolitikari og landsstýriskvinna. Hetta eru royndir, eg ikki vildi verið fyriuttan, og eg eri innarliga takksom fyri hvørja einastu atkvøðu, eg havi fingið á seinastu valunum, og fyri álitið, mær er víst.

Vit hava úr rúgvuni fingið framt betri barsilstreytir, eitt lønarlyft, náttúruverndarlóg, almannagagnlig bústaðarfeløg, sammøður hava fingið sjálvsøgd rættindi, lesandi hægri lestrarstuðul, nógv veðurlags- og umhvørvisátøk eru framd og kvinnur hava fingið rætt at ráða yvir egnum kroppi og framtíð.

Eg havi ongantíð ætlað mær at vera livibreyðspolitikari. Heldur eru tað hjartamálini, sum hava drivið meg. Teimum ætli eg enn at arbeiða fyri, nú á ein annan hátt, í tí sum ofta verður kallað ”tað veruliga lívið”. Eg havi fingið starv í Amnesty Føroyum, har eg framhaldandi fari at arbeiða fyri einum rættvísari heimi, samstundis sum eg geri meg lidna við eina master í professionellum samskifti.

Eg eri framvegis javnaðarfólk, og eg takki hjartaliga fyri allar møguleikarnar og stuðulin, sum eg havi fingið frá flokkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #