Søgan endurtekur ikki seg sjálva. Men hon rímar
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Søgan endurtekur ikki seg sjálva. Men hon rímar
- Mark Twain
Onnur tíðindi

Sunda kommuna: Sunda kommuna samtykti á býráðsfundi tann 25. februar 2026 at seta Jens Michael Jensen í starv sum kommunustjóri.

Sunda kommuna søkti eftir nýggjum kommunustjóra herfyri. 15 umsóknir komu til starvið, og út frá eini heildarmeting av útbúgving, royndum og persónligum eginleikum, varð samtykt at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Jens Michael Jensen í starv sum kommunustjóri.

Jens Michael er sonur Hansinu og Jens Jensen í Tjørnuvík. Sostatt er talan um ein kommunustjóra, ið hevur slitið sínar barnaskógvar í kommununi, og ein kommunustjóra, ið kennir økið, fólkið og samansetingina av kommununi væl.

Jens Michael er 35 ára gamal og er í dag búsitandi í Hoyvík saman við unnustu sínari. Saman eiga tey ein son og eina dóttir. 

Eftir at hava lokið studentsprógv starvaðist Jens Michael í barnagarði í kommuni í eitt ár. Síðan fór hann at læra til kundaráðgeva í táverandi Eik Banka. Eftir hetta flutti Jens Michael niður til Danmarkar, har hann fór á politiskúla. Eftir at hava lokið útbúgving sum løgreglumaður, fluttu tey heim aftur til Føroya í 2018, har hann síðan framhaldandi starvaðist sum løgreglumaður. Eftir eina tíð fór Jens Michael undir at lesa løgfrøði á Fróðskaparsetrinum við síðurnar av starvinum sum løgreglumaður. Eftir loknan lestur starvaðist Jens Michael eitt styttri tíðarskeið í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, áðrenn boð aftur vóru eftir honum í Betri Banka. Har hevur hann starvast fram til nú.

Eftir ætlan byrjar Jens Michael í starvinum hjá Sunda kommunu 1. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #