Søgan endurtekur ikki seg sjálva. Men hon rímar
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Søgan endurtekur ikki seg sjálva. Men hon rímar
- Mark Twain
Politikkur

Fyrrverandi løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, stillar ikki upp til løgtingsvalið sum verður 26. mars.

Hesum boðar hann frá á facebookvanganum, har hann eisini takkar fyri tey 25 árini, hann hevur verið í politikki.

Kaj Leo fekk fyri nøkrum eina sonevnda autoimmuna diagnosu sum gjørdi, at hann nú situr í rullustóli. Men við VP sigur hann, at hann ikki kennir tað sum nakra forðing fyri at halda fram í politikki.

- Eg havi tað sera gott, men eg føli, at nú havi eg gjørt mítt í politikki. Sum bretarnir siga, been-there-done-that, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Umframt at hava verið løgmaður árini frá 2008 til 2015 hevur hann eisini verið landsstýrismaður í heilsumálum og vanligur løgtingslimur. Eisini sat hann í býráðnum í Havn árini frá 1997 til 2000.

Nú fer hann at hugsavna seg um felagið Koyristólur Skerdur Førleiki, sum hann herfyri var við til at stovna, og har yvir 120 limir eru.

- Eg fari at brúka mína tíð uppá at hjálpa øðrum, sum eru í mínari støðu og sum koma í hana. Tað føli eg, gevur góða meining, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við VP.

Felagið Koyristólur Skerdur Førleiki hevur aðalfund við Tjarnir leygardagin 7. mars kl 13.30. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #