Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Onnur tíðindi

Skúlablaðið: Ein kanning kann vera eitt sera munadygt leiðsluamboð, sum allar leiðslur áttu at havt áhuga í. Tað heldur Heri Joensen frá fyritøkuni Lóðri. Hann vísir til kanningar, sum eru gjørdar á arbeiðsplássum í Føroyum. 

- Vit hava dømi um arbeiðspláss, har tað hevur verið stór misnøgd millum bæði starvsfólk og brúkarar og kundar; arbeiðsplássið hevur virkað illa og havt ilt við at fáa starvsfólk, og brúkarar hava verið illa nøgdir og kært sína neyð. Síðan er kanning sett í verk og eftirfylgjandi virkisætlan við átøkum at broyta gongdina. Gongdin er púrasta koppað á høvdið fyri bæði starvsfólk og brúkarar. Tað eru enntá dømi um, at arbeiðspláss eru farin frá at mangla starvsfólk, til at fáa umsóknir um starv.

Starvsfólkakanningar kunnu staðfesta, at flest øll viðurskifti eru í lagi; aðrar at Arbeiðseftirlitið eigur at verða boðsent, tí viðurskiftini eru út av lagi vánalig. Heri Joensen ásannar, at leiðslur og serliga stjórar kunnu vera útsettir í kanningum.

- Tað er íborið í okkum, at okkum dámar ikki broytingar og serliga ikki, tá vit sjálv skulu broyta okkum, og tí er vanliga mótstøða, tá munandi broytingar skulu gerast. Tað er týdningarmikið at hugsa um kanningina sum eitt amboð – ikki sum ein dóm, men til at geva yvirlit og betri avgerðargrundarlag. Ein kanning ger tað gjørligt hjá leiðsluni at fáa eitt neyvt grundarlag at arbeiða út frá og at síggja, hvar smáar ella størri tillagingar kunnu skapa størstan ágóða. Høvuðsendamálið við fyrstu kanningini er at kanna støðuna og gera tær ábøtur, sum kanningin vísir eru neyðugar. Høvuðsendamálið við aðru kanning er at fáa at vita, um nóg mikið ella tað rætta er gjørt.

Vit hava ikki drúgva siðvenju í Føroyum at gera kanningar og brúka tær sum amboð at gera broytingar. Heri Joensen heldur, at alt ov fáar verða brúkar nóg munagott.

- Vit hava ein stóran trupulleika í Føroyum at fyrihalda okkum metodiskt til viðurskifti. Fyri tað fyrsta hava vit trupult við at taka stig til kanningar, og í øðrum lagi duga vit illa at handla út frá tí, sum kanningar vísa. Uttanlands eru tey von við at gera kanningar og eisini at taka kanningarúrslit í álvara. Tað er rættiliga margháttligt, at tað er soleiðis vorðið í Føroyum, tí tá ið tú staðfestir nøkur viðurskifti í eini kanning, so veitst tú ítøkiliga, hvar tú skalt seta inn við ábøtum og broytingum, og tú veitst eisini, hvat er gott. Tað eru nógv dømi um, at har kanningar verða brúktar munadygt, eydnast tað at venda eini keðiligari ella óhepnari gongd rættan veg.

Lóður ger kanningar av ymiskum slagi; eitt nú hevur fyritøkan gjørt kanningar fyri almenn ráð, kommunur, fakfeløg, stovnar, fyritøkur, miðnámsskúlar og dagstovnar.

Les alla samrøðuna við Hera Joensen í Skúlablað nr 1, 2026.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #