Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Í dag og kvøld eru vit øll í kardamummubýinum. So tætt hava vit sjálvdan verið klinrimúsir í hægstu myndugleikum landsins.

Arbeiðaraflokkarnir svíkja sínar kjarnuveljurar, slitin likamliga og sálarliga menniskju kunna arbeiða longri, sigur eitt fleirtal av teimum, tey eru sett til at ansa eftir.

Framsókn dansar tango við klintrimúsunum, og teir borgarligu bíða eftir vali.

Fyrr varð sagt at skomm er endabresturin, men ongin tikin flóvir.

Vit ráða í løtuni, men yvir hvørjum, Føroya fólki, yvingasamt, einstakalinga ynskir uttan vitan, og tað sum er í millum.

Klintrimúsin vildi sagt:

Progressivan skatt beinanvegin.

Ognar- og arvaskatt beinanvegin.

Lán frá Danmark við 2,0% í rentu til suðuroyartunnilin beinanvegin, og onki meira tvætl.

Vit hava ikki ráð til nakað annað.

Punktum.

Latið vera við at gera tykkum meira fyri skommum, tit eru so langt burtur frá veruleikanum, at dult kamera hevði fingið ein Oskar.

Við sorgblídni
K.Vestergaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #