40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo
Innlendis ítróttur

Badmintonsambandið: Farna vikuskifti luttóku Sanna og Mia Thorkildshøj í stórari badmintonkapping í Finnlandi. Tær komu í fjórðingsfinaluna í tvímansleiki. Tær taptu hana 2-0, tó vóru tær sera væl nøgdar við dystin, serliga 2. sett, sum tær tíverri taptu 22-20.

Komandi dagarnar fara tær aftur til kapping. Hesa ferð í Luxembourg saman við 4 øðrum badmintonleikarum.

Kappingin í Luksemburg er ein sokallað International series kapping, sum er eitt stig hægri enn future series.

Okkara leikarar luttaka í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

Leikararnir eru:
Sanna Thorkildshøj
Mia Thorkildshøj
Miriam í Grótinum
Bjarnhild í Buð Justinussen
Asbjørn Heide Olsen
Rúni Øster

Badmintonsambandið ynskir øllum bestu eydnu í kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #