Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Politikkur

Tað kann blíva ein sannur lagnudagur hjá sitandi samgongu í Løgtinginum í morgin, mánadagin, tá Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin koma til atkvøðugreiðslu. Tað er ikki vist, at málini verða samtykt, og so er ivasamt um nøkur samgonga er til longur.

Málini eru so ella so tengd saman, tí partar av samgonguni hava sett sum treyt, at verður hækkaði pensjónsaldurin ikki samtyktur, so verður málið um at fyrireika og projektera Suðuroyartunnilin heldur ikki. Og Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sagt, at verða bæði málini ikki samtykt, so er vandi fyri, at samgongan slitnar. 

Tingfundurin byrjar klokkan 9.30 í morgin.

Fylg við her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #