Fyrrverandi «Real Housewives of Beverly Hills» stjørnan, Lisa Rinna (62 ár), sigur, at hon varð dopað undir frumsýningar veitsluni fyri "Traitors" í januar.
- Eg hevði fingið fentanyl. Ja, eg skemti ikki. Eg hevði fentanyl, nógv amfetamin og annað, sigur hon í samrøðu við «Good Day New York».
Realitystjørnan sigur, at rúsevnini vórðu funnin í hennara kroppi við medisinskum kanningum, skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



