Dirvi er, tá tú ert tann einasti sum veit, at tú ert bangin
- Colonel David Hackworth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er, tá tú ert tann einasti sum veit, at tú ert bangin
- Colonel David Hackworth
Innlendis ítróttur

Hóskvøldið verður lutakast um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið hjá monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Mikukvøldið 29. apríl og hóskvøldið 30. apríl eru fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum á skránni. Allir dystirnir byrja klokkan 18:30.

Mikukvøldið verða tríggir dystir spældir. Í Havn verður grannauppgerð millum HB og B36. Í Sarpugerði í Norðragøtu fær Víkingur vitjan av FC Hoyvík, og á Svangaskarði á Toftum møtast B68 og KÍ. Fjórði dysturin verður hóskvøldið, tá 07 Vestur og NSÍ bresta saman á Dungasandi í Sørvági.

Aftaná dystin á Dungasandi verður lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í hálvfinalunum. Tað verða Heðin Arge frá Televarpinum, og Sigtór Petersen, venjari hjá U19 landsliðnum við gentum, ið fara at avgreiða lutakastið, sum verður víst beinleiðis á Rás 1.

Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar 13. og 14. mai, meðan seinni hálvfinalurnar vera 24. og 25. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 5. septembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #