Í morgin verður eitt lítið lot av útsynningi, sól fyrrapartin, seinni mest skýggjað men tó turt fyri tað mesta, hitin um 10 stig.
Týsdagin og mikudagin millum sunnan og útsynning, lot til frískan vind, sól fyri tað mesta og hitin 8-10 stig.
Hósdagin frískur vindur av suðri, skýggjað men turt fyri tað mesta og hitin um 9 stig.
Fríggjadagin makar hann vindin men fer upp í vestan og síðani útnyrðing, okkurt æli um náttina, um dagin sólglottar, nakað kaldari, millum 6 og 8 stig.
Næsta vikuskifti verður meira umleypandi veður og serliga sunnudagin eru útlit fyri regni og nógvum vindi av lágættum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



