Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Lesarin skrivar

Fyri nøkrum vikum síðan bleiv útgerð at styggja hval funnin á havbotninum sunnanfyri Hvannasund.  

Sambært grindakunngerðini er ikki loyvt at seta upp skipanir, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, og tí er málið latið løgregluni.  

Havandi í huga tey mongu mótmælini, sum hava verið í móti føroysku grindaveiðuni seinastu árini, er nærliggjandi at hugsa, at tað eru aktivistar umboðandi útlendskar djóraverndarfelagsskapir, ið hava lagt hesa útgerð út.  

Hvannasund er ein av fleiri hvalvágum í Føroyum, og vit vænta at sama slag av útgerð er løgd út í øðrum firðum í Føroyum.

Tí vilja vit heita á Vørn, um at seta í verk eina kanning av, um hendan útgerð liggur á botni aðrastaðnis í Føroyum. Serliga verður hugsað um økir, uttan fyri okkara hvalvágir.  

Vegna Grindamannafelagið  
Ragnar Jacobsen  
Formaður 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #