Fyribrigdið hevur íblástur frá einum eysturríkskum máli, har ein kvinna misti lívið, eftir at drongur hennara rýmdi frá henni.
Tað, sum skuldi verið ein hugnaligur gongutúrur við einum maka, er endað sum ein óhugnalig uppliving fyri nógv.
Í staðin fyri ein idylliskan gongutúr í náttúruni siga nógv fólk, serliga kvinnur, at makin er rýmdur frá teimum, so tær eru sleptar uppá fjall, skrivar CNN.
Undir hashtagginum #alpinedivorce deila brúkarar upplivingar frá skíð- og fjallatúrum, har tey á ymsan hátt siga frá, at makin er rýmdur frá teimum, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



