Messan varð tikin alment í nýtslu 11. januar 2026, og hevur nú tørv á einum framfýsnum og ábyrgdarfullum leiðara, verður millum annað sagt í lýsingini eftir leiðara.
- Endamálið við Messuni er at varðveita gamalt træskip og gera tað til ein part av einum sjóvinnusavni, sum við orðum, myndum og framsýningum í einum livandi umhvørvi vil økja tilvitanina hjá fólki um, hvønn týdning sjógvurin hevur sum okkara lívsgrundarlag.
- Messan er sjálvsognarstovnur, og nýggi leiðarin skal, í tøttum samstarvið við nevnd og øðrum samstarvspørtum, skipa virksemi og seta eina visjón fyri húsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



