Søgan endurtekur ikki seg sjálva. Men hon rímar
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Søgan endurtekur ikki seg sjálva. Men hon rímar
- Mark Twain
Politikkur

Danska valstríðið er byrjað við vallyfti frá sosialdemokratunum sum árliga vilja taka góðar seks milliardir frá teimum ríkastu at brúka til betri skúlar.

Uppskotið er, at tey ríkastu hvørt ár skulu gjalda 0,5% í skatti av tí partinum av ognunum sum fer uppum 25 milliónir krónur, skrivar Politiken. Sambært flokkinum fara 22.000 danir at verða raktir av nýggja skattinum.

Men uppskotið fellur ikki í góða jørð hjá hinum stjórnarflokkunum, Venstre og Moderaterne, sum kalla tað eitt vánaligt hugskot, sum er sprottið úr øvund. Og Lars Løkke Rasmussen, formaður hjá Moderaterne, vísir til Noreg, har ein líknandi skattur fekk nógv rík fólk at flyta av landinum.

Eisini borgarligt liberala tankasmiðjan Cepos ávarar um, at íløgurnar minka og tað í síðsta enda fer at kosta arbeiðspláss.

Fakfeløgini og Eindarlistin taka undir við uppskotinum hjá Mette Frederiksen og siga, at tað verður ein uppgerð við vaksandi ójavnvágina millum danir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #