Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Vinna

Stóri drekin hjá svensku fyritøkuni Minesto, sum saman við SEV ger royndir at vinna orku úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi, hevur nú verið í sjónum síðani mai í fjør. 

Minesto boðar í eini børsfráboðan í dag frá, at orsøkin til at Dragon 12 drekin er í sjónum enn, hóast regluligt viðlíkahald átti at verið gjørt, er, at lokali veitarin ikki hevur kunna veitt neyðugu tænasturnar.

- Umfatandi og óvæntað viðlíkahaldsarbeiði hjá lokala veitaranum ger, at Minesto ikki fær framt neyðugt og fyribyrgjandi viðlíkahald á Dragon-12 drekan. Av trygdarávum er hann tí nú í parkeringsstøðu, tí viðlíkahaldið ikki er gjørt, sigur Minesto millum annað.

- Tað er ikki kostnaðarliga forsvarligt at biðja útlendsk skip koma at gera arbeiðið, tí bíðar Minesto nú eftir lokala veitaranum, sigur Martin Edlund, stjóri, í børsfráboðanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #