Ein vitið innan adventistasamkomuna er slóknaður, men eftir stendur ein varði.
Sunnudagin 15. februar vóru boðini, Jens Vilhelm Danielsen er farin um sýn, 85 ára gamal.
Jens Vilhelm var føddur 29. januar 1941, Norðuri í Sundum í Kollafirði, har vaks hann upp í einari barnaríkari familju, við 10 børnum. Foreldrini vóru Sanna og Samma Jóanes Danielsen.
Barnaárini vóru merkt av trongum og fátækum korum. Men hóast hesar strævnu fyritreytir, fótaðu Jens Vilhelm og systkini sær væl í lívinum.
Tíðliga sást, at Jens Vilhelm hevði góð bóklig evnir. Av tí sama avgjørdu foreldur hansara av, at senda hann niður á Vejlefjørð, kostskúlan hjá Adventistakirkjuni. Har hann tók realprógv, seinni valdi prestakallið og fór síðan at lesa gudfrøði.
Men hendan útbúgvingar avgerð, kravdi at hann var noyddur at arbeiða nøkur ár fyri, at fáa ráð at nema sær víðari útbúgvingina.
Jens Vilhelm læs 3 ár á Newbold universitetinum í Onglandi. Seinni fullgjørdi hann kandidatin á Andrews universitetinum USA.
Lívsstarvið hjá honum gjørdist prestastarvið.
Eftir at hava røkt ymisk álitsstørv innan Sjeynda Dags Adventintkirjun í 1984 stóð honum í boði, at gerast prestur í heimlandinum. Hann takkaði ja til kallið, og hetta hevur verið til stóra gleði fyri kirkjuna her í Føroyum.
Hendan avgerð og hesi árini, gjørdist eitt frambrot fyri adventkirkjuna. Jens Vilhelm bleiv kirkjurnar talurør bæði inni og uttan fyri kirkjugátt, og eftir at orðið var varpað út á móðurmálinum, tók kirkjan seg nú aftur nógv fram, baði ímillum kirkjuliði og samfelagnum sum heild.
Sama tíðarskeiði, sum Jens Vilhelm var settur sum prestur í Føroyum, bleiv Sjónvarp Føroya eisini sett á stovn. Hetta samanfallið var kanska ikki heilt tilvildarligt, tí sama árið vóru adventistarnir boðnir við í kristiliga sjónvarpsfelagsskapin, og fingu av tí høvi til at varpa ljós á adventboðskapin, við andaktum og sjónvarpgudstænastum í SVF.
Jens Vilhelm hevði frálík kognitiv evnir, har hann við spurningum og myndamáli fekk fólk til at reflektera. Har hansara viðkomandi evnir bæði andalig, og viðkomandi verðsligu evnir vóru saman flættaði í hansara serstøku gudstænastum, ið góðu okkum ein breiðari sjónarring og fatan av samanhangandi niðurstøðum í evangeliunum.
Hansara serligu háttur at bera fram boðskapin førdi eisini við sær, at fólk leitaðu sær í kirkjuna, sum var nærum fullsett hvønn hvíludag, at hoyra hendan forvitnisliga boðskap.
Jens Vilhelm hevði sjálvs ironi. m.a segði hann einaferð á prædikustólinum; “um meinigheit svevur, so vak prestin.” Hann vildi at øll skuldi taka lut og ábyrgd í kirkjuliðnum har hann sjálvur gekk á odda. Og lærdi kirkjuliðið at formiðla boðskapin í orðum og gerningi. Tvey av hansara lykla versum vóru:
Ápostlasøgan 17,11 Hesir vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika; teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so.
og Orðatøkini 4,18 Men gøtan, ið hini rættvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er.
Meginreglan til hansara ásjón var, áhaldandi at rannsaka skriftina, og at koma til fram til bíbilskar niðurstøður á tann hátt.
Eitt av hjartamálum hjá Jens Vilhelm var hjálparfelagsskapurin hjá Adventistunum ADRA, við sínum miðvísa arbeiði í hjálparfelaskapið úr Føroyum, fekk hann ein álitsváttan, tá ið hann fekk høvið til at umboða hjálparfelagsskapin ADRA ið fekk játtaða peninga stuðul frá Føroya Landstýrið til heili tríggjar verkætlanir, hetta vóru Kosowo, Pakistan og Rowanda/Burundi verkætlanirnar, har hann persónliga í nøkrum av støðunum var hjástaddur.
Jens Vilhelm hevði gott samskiftið við hinar samkomu leiðararnar í teimum ymisku kirkjunum og samkomunum kring landið. Serstakliga var sambandið við Fólkakirkjuna sera gott, og hann var sera glaður at vera boðin við á fleiri forkunnugar fundir saman við fólkakirkju prestum. Hann var eisini við øðrum kirkjuliðum við til nýggju Bíbliu týðingina hjá Hans Jákupi Joensen - bispi.
Nógv annað kundi verði tikið fram úr hansara lívsverkið . Men eftir stendur minnið um ein megnar prædikumann, lærara og hirða í røkti kirkjuliðið til lítar.
Seinastu 16 árini hevur Jens Vilhelm og kona hansara Sonja búleikast í Hveragerði í Íslandi, haðani konan Sonja er ætta.
Friður verður lýst yvir minninum eftir Jens Vilhelm Danielsen- við sálminum Jesus ver við okkum inntil til næstuferð vit síggjast...
Jens livdi í vónini um Jesus aftur komi og uppreisn
Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini! Yvir teimum hevur hin annar deyðin einki vald.... Opinberingin 20,6
Við samkenslu til tykkum ið eftir sita - Sonja , systkin, familja, børn, barnabørn og langabbabørn.
Adventistasamkoman í Føroyum
Jarðarferðin hjá Jens Vilhelm Danielsen verður stroymd á leinkjuni HER 27. februar kl. 13.00
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



