Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Minningarorð

Countrydrotningin hevur sagt farvæl!

Týsmorgunin 24. februar andaðist hendan megnarkvinnan, sum í so nógv ár hevur verið ímyndanin av Countryfestivalinum í Sørvági.

Títt lítla hús stóð mestsum inni á festivalinum sjálvum, har dyrnar stóðu opnar fyri øllum, sum høvdu hug at koma innar.

Tað var sum ímyndanin av tær sjálvari, Thordis, altíð glað at síggja fólk.

Altíð opin fyri øllum, sum kundi gleða fólk. Tú, sum so mangan hevur sitið hjá doyggjandi fólki og givið teimum ein friðsælan deyða, hildið í hond, sungið fyri teimum og biðið fyri teimum.

Eg minnist, tá tú kom algoyst inn í kjallaran hjá tær sjálvari á Stakka, har eg var í ferð við at grava kjallaran út og spurdi meg: “Valdemar, hvat heldur tú um at gera ein countryfestival her í Sørvági? Hann skal vera beint her í økinum á Stakka, her á Dungasandi! Hvat heldur tú?”

Eg stóð bara býttur og hugdi eftir tær, men stutt eftir hetta, var Countryfestivalurin ein veruleiki. Soleiðis var tú í øllum, sum tú tókst við, impulsiv og nærverandi og fekk tað í lag, sum tú ætlaði tær.

Eg minnist við gleði, tá tú sum ung genta kom aftur til Miðvágs. Tit høvdu tá í eina tíð búð í Tórshavn, og nú vóru tit flutt vestur aftur, og henda spennandi unga gentan dáraði øll.

Eg hevði gittaran við, og øll vit ungu við tær á odda fóru syngjandi inn til Sandavágs.

Veðrið var bara sum eitt stilt summarkvøld í Føroyum kann vera, og vit sungu sangir hjá Cæsar, sum tú allar dugdi, ”Storkespringvandet” og “Åh, du lille pige”. ”Flican fin fin“ hoyrdi eg fyri fyrstu ferð tað kvøldið.

Sjáldan hevði eg sæð eina meira lívsglaða gentu. Haldi, tú var 18 ára gomul, og eg var 14 ár.

Men at tú skuldi vera rakt av hesi sjúkuni, sum nú til endans tók títt lív, skelkaði okkum øll.

Tú, sum var eitt sovorðið lívstykki, skuldi vera bundin av rullistóli og maskum?

Tað var ikki tú!

Tú var útlærd sjúkrarøktari og fótarøktari, og ígjøgnum títt starv sum fótarøktari, komst tú at kenna nógv fólk, serliga í Sandoynni og í Vágum.

Men mest av øllum var tú tó kend sum countrydrotningin, sum hevði opið hús fyri øllum.

Hvussu nógv fólk hava húsast hjá tær á øllum Countryfestivalunum ígjøgnum øll hesi árini, síðan tað byrjaði, er ómøguligt at siga, men tað man vera nógv túsund.

Ja, nógv hava hildið, at húsini hjá Thordis hoyrdu til festivalin, og at har kundi mann bara fara inn at fáa sær eina máltíð.

Tað flenti tú mangan at!

Nógvir tónleikarar bæði úr Føroyum og úr útlondum hava sitið við búgvið borð inni hjá tær, Thordis.

Líka úr USA, fólk sum synirnir hjá kenda tónleikaranum Merle Haggard - Noel og Ben Haggard. Jú, mangir tónleikarar hava sitið væl inni hjá tær og notið títt gestablídni.

Saknurin verður stórur nú, tú, Thordis, ert farin um sýn.

Eg má siga, at títt stríð í nógv ár fyri at bjarga gomlu dansistovuni frá at vera niðurrivin, og tín gleði, tá Bárður Henriksen keypti dansistovuna og fór undir at umvæla hana, var ómetalig.

Um tað ikki var fyri títt stríð, so var Dansistovan niðurrivin fyri nógvum árum síðani.

Jú, Thordis, tú vart ein eldsál í øllum, sum tú tókst við.

Eisini tá tú vart vald inn í kommunustýrið í Sørvági, hevði tú tínar meiningar um alt sum fyrifórst í kommununi, og væl lá fyri hjá tær at taka orðið, hvar tú enn var.

Mangar talur hevur tú hildið í góðum, men eisini tá tað var okkurt, tær ikki dámdi. Tú hevði eina meining um alt, sum fyrifórst og tú segði hana.

Tað eru so nógv góð orð, eg kundi sagt um ta megnarkvinnu, tú var.

Men nú ert tú farin heim til hann, sum tú trúði so væl og innarliga á, og nú svevur tú tryggan svøvn heima hjá honum, har eisini maður tín, Tórálvur er.

Við stórari samkenslu til tykkum, sum eftir sita, Torfinn, Cory, Anna og Helen og ommubørnini.

Hvíl í friði, góða Thordis, og takk fyri, at tú var til.

Vinur tín, Valdemar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #