Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur fingið handað eina frágreiðing um musikkskúlaskipanina, sum er ein eftirmeting av musikkskúlalógini frá 2017, og hvussu hon hevur virkað í verki. Ein breitt samansettur arbeiðsbólkur við umboðum frá  Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, musikkskúlastjóranum, kommunalu musikkskúlaleiðarunum, Kommunufelagnum og Musikklærarafelag Føroya hevur skrivað frágreiðingina.

Í frágreiðingini verður hugt at bygnaðinum í skipanini, fíggingini og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur. Eisini verður sett ljós á setanarviðurskifti, samstarvið í skipanini, bíðilistar, virksemið kring landið og hølisumstøðurnar hjá teimum ymisku musikkskúlunum.

Øll eru samd um, at vit hava ein góðan musikkskúla, sum nógv børn og ung gleðast um.  Men viðurskifti eru, sum kundu verið greiðari, og  sum tørva møguligar broytingar. Hetta er nakað, sum landsstýrismaðurin nú fer at hyggja nærri at og taka støðu til, hvussu farið verður víðari.

Frágreiðingin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #