Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vágatíðindi

Í dag var stórur dagur í Sørvági, tá nýggja sjóvinnusavnið og mentanarhúsið Messan varð alment tikin í nýtslu.

Talur og framførslur vóru á skránni, og tey vitjandi høvdu høvið at síggja húsini, sum hava kostað um 10 milliónir krónur at byggja. 

Enn er ongin settur í starv til at reka húsið, men tað verður sum skilst tað næsta sum hendir. Ætlanin er, at raksturin skal hvíla í sær sjálvum við inntøkum frá ymiskum tiltøkum og í samstarvi við ferðavinnuna á staðnum.

- Endamálið við Messuni er at varðveita gamalt træskip og gera tað til ein part av einum sjóvinnusavni, sum við orðum, myndum og framsýningum í einum livandi umhvørvi vil økja tilvitanina hjá fólki um, hvønn týdning sjógvurin hevur sum okkara lívsgrundarlag. Savnið skal lýsa okkara sjóvinnusøgu frá árabáti til nýmótans skipaflota, siga fyrireikararnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #