Tann 4. januar fann Ragnar Smith ein nevstuttan mása (Larus brachyrhynchus) í Miðvági.
Nevstuttur mási livir vanliga norðaliga í Vesturamerika og ferðast suður eftir á vetri fram við vesturstrondini.
Hann er sjáldsamur fram við eysturstrondini í Norðuramerika, og tí er tað sera óvæntað, at júst hetta fuglaslagið skuldi koma til Føroya.
Nevstuttur mási má roknast sum ein av sjáldsamastu og mest óvæntaðu fuglasløgunum, sum nakrantíð er skrásett í Føroyum.
Bert ein skráseting hevur verið í Evropa áður. Tað var í 2003 í Azorunum.
Nevstuttur mási líkist skatumása, men hevur dimmari bak, er mjáari, hevur styttri nev og meiri hvítan lit á flogfjarðunum.
Silas Olofson
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



