(tilvildarlig mynd)
(tilvildarlig mynd)
Fyrr bar til at søkja um ferðastuðul frá Taks fyri fleiri ár aftur í tíð. Men á nýggjárinum hvarv tann møguleikin, tí lógin bleiv broytt, so nú ber bert til at søkja um eitt ár aftur í tíð.
Og tað høvdu eftir øllum at døma fleiri bitið merki í benda tøl á, sum VP hevur fingið frá Taks.
Árini frá 2020 til 2023 vórðu í miðal útgoldnar 25 mió kr í ferðastuðli árliga. Men í 2024 vóru 31,6 mió kr útgoldnar, sum er nærum 20% meira enn árið fyri. Og tískil er nærliggjandi at hugsa, at nógv brúktu møguleikan at søkja um ferðastuðul aftur í tíð fyri seinastu ferð.
Útgoldin ferðastuðul fyri 2025 er longu 17,5 mió kr, men árið er sum kunnugt ungt enn, so tí fara óivað nógv fleiri at søkja, áðrenn freistin er úti á nýggjárinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



