Søgan endurtekur ikki seg sjálva. Men hon rímar
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Søgan endurtekur ikki seg sjálva. Men hon rímar
- Mark Twain
Onnur tíðindi

Fíggjarmálaráðið: Ert tú lesandi uttanlands?

Val er útskrivað, og sum lesandi uttanlands hevur tú valrætt til Løgtingsvalið.

Fyri at koma á vallistan sum lesandi uttanlands, skalt tú lúka hesar treytir:

  • Bústaðarkrav: tú hevur búð í Føroyum og hevur verið skrásett/ur í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
  • Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meir enn 8 ár.
  • Tú ert uttanlands í lestrarørindum

Soleiðis gert tú

Tú søkir um at sleppa á vallistan í tí kommunu, har tú seinast var skrásett/ur í landsfólkayvirlitinum. Fleiri kommunur hava sjálvgreiðslu á Vanganum, har tú kanst søkja um at fáa valrætt á Vanganum.

  1. Rita inn á Vangan
  2. Vel ta kommunu, tú búði í, áðrenn tú flutti uttanlands
  3. Søk um atkvøðurætt til Løgtingsval

Um tín kommuna ikki er á Vanganum, skalt tú venda tær til kommunuskrivstovuna um at fáa atkvøðurætt til Løgtingsvalið. 

Freistin at søkja er 5. mars 2026
Gev gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um upptøku á vallistan. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.

Les meira um reglurnar í kunngerðini í  leinkinum niðanfyri:

Kunngerð um upptøku á vallista av persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #