…ein óobjektiv hugleiðing…
…hmm…tí fleiri skjøl, ið rúgvast upp í miðlaljósmálan um henda góða Epstein og allar hansara gerningar, jú verri er at fáa høvd uppá, hvussu hesin kongurlakkurin kundi byggja eitt sovorðið villinihús av ávirkan…bæði fíggjarliga og politiskt…at nú ridlar ikki bert undir stjórnum, vinnuleiðslum, mentafólki og kongshúsum, men álitinum yvirhøvur á allan myndugleika…og enntá munin millum gott og ilt…
…íðan sýnist skjótt einki so gott í verðini, at Epstein og hansara gerningar, sum sagt, ikki skugga á tað so ella so…ella… ger man hetta alt enn eina ferð gera vart við, hvussu ógreitt mørkini millum skyn og sannroynd miðlast í hesi upplýstastu av øllum upplýsingatíðum…og at øvut av tí sum evangelisturin skrivar í Jóhannes eitt eitt er tað heldur soleiðis, at í fyrstuni var valdið og við valdinum varð alt annað til… mynd og orð og tað, vit við myndum og orðum lærast at vita og halda um hvat sum helst…allur okkara hugburður, alt okkara kenslulag og støðutakan moralskt og politiskt…ið hvussu er í vesturlendskum høpi…siðmenningini vit kalla…
…og siðmenningin…hon er samanum tikið helst ein tvørsøgn við…tí alt hon so satt er veruleiki…einki minni enn hjarta og nýru…enn ljósið í eygunum… er hon eisini fyrigykling…ein objektiv fyrigykling …íðan er tað ikki øðrvísi við vesturlendskari siðmenning í ein og tjúgundu øld enn tað var í teirri norrønu í níggjundu øld, soleiðis sum Snorri Sturluson miðlaði hana í Gylfagynning…
…men í teirri siðmenningini…altso teirri norrønu… hekk verðin saman av lutum, sum ikki vóru til…av teirri objektivu fyrigykling… tá kallað Gleipnir… og vóru fjøtrini, sum bundu Fenrisúlvin og forðaðu samfelagi og veruleika frá ruðuleika og upploysn…í okkara so seinastu sum nøkrum tíðum nakrantíð rópa vit hinvegin objektiva fyrigykling upp á virði…vesturlendsk virði…eitt nú fólkaræði og frælsi til at velja… og veruleikin, vit liva, hongur saman av hesum virðum upp á ein so sjálvsagdan máta, vit hirða valla at hugsa um tað…rokna tey fyri óbroytilig… frá valdinum og niður til eymasta og sjálvvalda ja og amen…
…og valdið … sum sagt… í fyrstuni var valdið og valdið var hjá ognini…kapitalinum sum Marx sigur… og valdið er ogn…men samstundis er valdið ein tvørsøgn við í sjálvum sær…ein objektiv fyrigykling…tí valdið hevur… soleiðis sum okkara…vesturlendska tíð…lærist at fata tað… ta náðiligu vídd at vera valt og er tað valt ábyrgjast vit sum borgarar fyri tí, hóast vit fyri tað mesta vilja lata tað ráða sær sjálvum…eins og veðurlag og jarðskjálvtar… sama, hvat vit annars halda, hugsa… og velja…
…men upp á onkran ótilvitaðan máta er samfelagið…og ímóti sínum vilja…tilvitað um ta objektivu fyrigykling, tað hongur saman av…at hon nettupp er mannaskapt…ikki íkomin handan vit og skil… við Guðs orði… ella aðrari mystiskari kraft…og langt burturífrá óbroytilig…soleiðis verður ótrygd til…sum hitt tiltikna sandkornið, ið sníkist inn skeldýrið, vil ótrygdin økja um seg … vaksa og vaksa…so okkurt má gerast til lofta henni so ella so…
….og í tí viðfangi lærast vit…frá barnsbeini… at stigbenda sannroyndir og sæta valdinum og tí, sum valdið athevst…
…soleiðis tekkjast sannføri og rættvísi…hin tilvandi ansurin fyri samfelagi, umhvørvi og verðini sum heild… við vaksandi ójavna…ella stættamun…lata veðurlagsvandan standa við og versna… halda tað fyri óðamannaráð, tá skotið verður upp at tálma dálking og grønka búskapin við at lækka nýtslustigið hjá teirri miðstætt, sum er valdsins trygd fyri objektivari fyrigykling sum veruleika…grundarlagið undir tingræði og tí meiriluta sum borgar fyri tingræði…sættir sama meiriluta við alskyns annað høpisloysi…eitt nú fólkamorðið í Gasa til dømis…við kríggj, yvirgang og vápnadubbing… við at yvirræðið hjá einum ríki yvir øðrum londum skal eita felagskapur og hava gildi sum sum náttúrulóg …við at tað upp á framtíðina…upp á trygdina í Evropa…somuleiðis skal vera ein náttúrulóg at valdið…tað vald, sum er hjá ognini…kapitalinum…má savnast á færri og færri hendur undir tí yvirlæti at byggja samveldi og eitt fólkaræðisligt bulvirki móti londum í Asia og Miðeystri, ið ikki roknast fyri siðmentað… ella verd at vita ov nógv um….
….og her tosa vit um tann mentaða, útbúna og samfelagsáhugaða partin av fólkinum…tann ið setur lít sína á upplýsing og javnvigaðan tíðindaflutning…eitt nú frá BBC…tann ómentaða…hin ómiðstættarliga…partin av fólkinum afturímóti, tann lítið útbúna og ikki serliga samfelagsáhugaða…hann síggja hinir miðlarnir um…teir sosialu miðlarnir…hesi tøkniskaptu slatritorgini… við sínum meiningaveitarum, sínum einfeldis- og fordómaskaparum…tí einki sleppir valdið nøkrum upp á fjall…ella vantrúgv á objektiva fyrigykling…
…men sum sagt… undir allari vitsku…sjálvt óvitsku… er undirvitska og djúpt í undirvitskuni vita vit av valdsins tvørsøgn…av gloppinum millum ta ávirkan, vit halda okkum hava og ta ávirkan vit skilliga ikki hava…vita sum er, at val fyri ein stóran part er skin… eitt sjónarspæl…íðan val eisini ein ábyrgd, vit hava lyndi at skýggja…ólagalig sum hon er…
…henda undirvitaða kenslan…ótrygdin…speglast aftur í miðlum…lág- sum hámiðlum…hvat tá… ógreiða og mistreystið altíð gott drama og kærkomið høvi at velja sær fíggindar millum tey verjuleysu… tey sum tað ikki er fyri neyðini at vita meira um enn tað sama…tí sjálvandi veit valdið…ella kapitalurin…av hesum undirvitaða stikni til sín og sína skipan…og valdið ger sum Freud gamli gjørdi, tá hann greiddi tað, hann kallaði mótboð móti siðmenning…Unbehagen im Kultur…umskapar ein vetur av misnøgd…sum Shakespeare segði…til eitt summar…ella í minsta lagi eitt vár…av nøgdsemi…og tað við snúðigum sølubraski…ikki ólíkum tí undirhaldsídnaðurin marknaðarførir misgóðan film og sjónvarpsrøðir við…bjóðar eina ímynd av samfelagnum, har hvør er kundi hjá valdinum á einum frælsismarknaði og frítt sleppur at keypa sær tær hugsanir…tær objektivu fyrigyklingar…miðstættartilknýti og miðstættarkor krevja…javnt av teimum, sum longu eru miðstætt og hinum, ið stremba eftir at verða tað….
…og ikki verri, at hetta alt er so øðrvísi…ja, so heilt øðrvísini enn í Kina til dømis…ella Russlandi…har valdið gaman í eisini rópar seg upp á marknað og miðstættarvirði, men rætt hugsan kortini verður noydd niður í kundarnar, sum vóru teir pinkubørn… so eg tali nú ikki um Iran ella Saudi Arabia…har misnøgdir kundar annaðhvørt verða hongdir ella avhøvdaðir…
…men so øvut tað nú kann ljóða, eru óvissa og ótrygd nettupp teir leikir, valdið íðuligast telvar í sínum sølutalvi og vil rættvísgera sínar gerningar við…sínar stigbendingar av illum og góðum…
…og hyggja vit um okkum sjálv í Føroyum…nú val nærkast, vilja summi gykla sær objektivt fyri, at valbærast er at síggja við einum eyga og tosa við tveimum tungum…jú, men hevur ymiskt, ið higartil ikki hevur havt støðu sum objektiv fyrigykling í føroyskum fólkahuga, knappiliga fingið slíka støðu…politikarar báðumegin samgongumørk láta í hesum døgum valla øðrvísi við varrunum enn at siga hetta eina orðið, sum í ártíggjur hevur verið ímyndin av teirri ótrygd høgraflokkar… og so við og við miðjuflokkar eisini…hava manað upp í almenninginum víðahvar í Evropa…eitt nú á Flatlondum…orðið: tilflytarar…
….tað er líkasum einki mark fyri, hvat ilt kann standast av tilflytarum og hvørji ráð skulu finnast til at verja land og fólk í móti teimum…hesum menniskjunum, ið fyrst og fremst komu á klettarnar tí, at arbeiðsmegi treyt í landinum…og ikki bara arbeiðsmegi, men eisini konufólk, tí soleiðis hevur føroyska samfelagið gjøgnum árini hugsað um kvinnur og teirra viðurskifti, sum var tann frígering kvinnur aðrastaðni hava stríðst fyri í eina rúma øld onkursvegna óviðkomandi fyri Føroyar og føroyskt samfelag…
…í tann mun føroyskir politikarar yvirhøvur hugsa um tilflytarar, hugsa teir um hesi fólk, sum føroyskir menn leingi hugsaðu um konur sínar…konur skuldu vera tøkar í songini, eiga síni børn og passa sítt hús og var ikki brúk fyri teimum til tað, var ikki brúk fyri teimum heldur enn tvøgu til reint gólv og tá kundu tær bara gera so væl at sleppa sær til fjandans…ella Danmarkar… íðan áttu konur eisini at halda kjaft…tað stóð í bíbliuni og tað mátti virðast…hvat tá… í einum so kristiligum fyrimyndarlandi sum Føroyum…
..politiskt… og alment við…verða tilfytarar fyrst og fremst litnir sum arbeiðsmegi…og eiga at takka fyri at sleppa arbeiða…í aðrar mátar hava teir einki krav upp á nakað og so slettis ikki fasta búsetu uttan mun til, hvussu sinnaðir teir annars kunnu vera at laga seg til føroysk viðurskifti…læra mál og siðvenjur…tí sum sagt nú má hvør gátt verjast…tjóðin sjálv…mál og mentan…trúgv og siðvenja…standa í haska sum aldri fyrr…føroyingar skjótt útlagnir í egnum landi…íðan føroyska samfelagið so smátt…so syndarliga smátt…so hvat formáa vit okkum, um sjógvar av fremmandum blóði koma fløðandi inn yvir okkum…?...
…øll hesi uppáhaldini eru nú blivin objektiv fyrigykling í Føroyum…hugburðsligur leiðvísi hjá fleiri og fleiri…men í royndum er vandin ikki, hvussu smátt samfelagið er, heldur hvussu smátt tað hugsar…veruliga hóttanin móti føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskari siðvenju er…og hevur altíð verið…tann stálsetti støðugt afturvaldi viljin í samfelagnum at taka so lítla ábyrgd sum gjørligt av nøkrum sum helst…
…og sjón gongur fyri søgn í hesum valári, nú fleiri vilja sleppa einum nyki av miseydnaðum tilflytarapolitikki úr Evropa leysum í føroyskum miðlum og sokallaðum orðaskifti…hetta kann illa vera gjørt við øðrum í kvittanum enn at fáa ein meiriluta at nema við tann langa halan nykurin… í donskum málhami sjálvandi… skartar av fordómum og hentleikasjónarmiðum til alt samfelagið at enda dregst so trumpuliga á bláman komandi valdag…
…men aftur til Epstein…skjalaflóðina…miðlarnar…og ikki síðst politiskt sølubrask...men í politiskum sølubraski flyta ótrygd og óvissa snarið í hesum umskiftistíðum… álitið er fyrst og fremst, at einki skal enda væl…at alskyns ting fara at enda illa…og málið um tað valdsskapta skrímslið…henda Epstein…eldar upp á sín bakvenda máta inn undir hetta álitið og ger tað til ta objektivu fyrigykling, ið miðstættarligir miðlabrúkarar fyrst týða til og hava sum leiðarstjørnu…ótrygd og óvissa rættvísgera hvat honk og jánk sum er mótvegis hvørjum tilbrigdi av tí valdi, ið er hjá ognini…hjá kapitalinum…frá Trumpi til von der Leyen…og á hvørjum málsøki, sum er… frá umhvørvi til hernað…frá ójavnað til tilflyting…frá útbúgving til vitlíki…og tað sæst eisini aftur her á klettunum… størsta…og frekasta… inntriv nakrantíð í føroyskt fólkaræði og føroyska vælferð FÁVELDIÐ, sum varð skrumblað í gjøgnum tingið ein seinan náttartíma upp undir jól í tjúgu nítjan, liggur í tagnarheimi við veljarans vælsignilsi… í staðin dartar tungan sum ill bitfluga í hvørjum ábyrgdarræddum kjafti um ein átrúnað, sum helst hevur færri íðkarar…ella fjepparar… samanlagt í landinum enn teljast kunnu á einari hond…
…sum veljarakanningar hava sæð út seinastu mánaðirnar, eru øll líkindi til at aftan á komandi løgtingsval fer eitt landsstýrið at sita í Tinganesi so fortrumpað í sínum dansi um fáveldiskálvin at trumpurin sjálvur bert verður sum skuggin av einum einbeintum tinsoldáti afturímóti…men kanska er einki føroyskari enn at nettupp ein turkatrúgv upp á, at best er, tá einki hendir og alskyns ting enda illa…
…ja, spyrst, so livst…
CJJ
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



