Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður 
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum 
Evni:  Ognartøka av almennari ogn/festijørð eftir byggi- og býarskipanarlógini

Spurningur: 
1. Hava kommunur heimild at ognartaka almenna ogn/festijørð eftir løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir?

Viðmerkingar 
Búnaðarstovan hevur tikið ræði av festaranum í Heimasta haga norðaripartur, Skálavík, vísandi til  til § 1 í “Lov nr. 172 av 1. maj 1937 for Færøerne om Haugers Styrelse og Drift m.m,”  fyri at síggja til at hjálpa Skálavíkar kommunu at ognartaka burturav Heimasta haga norðaripartur, vísandi til “Løgtingslóg” nr. 13 frá 21, mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir”.

Heimasti hagi norðaripartur er samansettur av privatari og almennari ogn/festijørð.

Sambært  § 12 í “Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir”, er ikki heimild til at ognartaka almenna jørð m.a.

§ 12 er soljóðandi: 
“§ 12. Grundir, hús, vøtn og áir, brúgvar og annað, sum eru privat ogn (mín herðing), og sum neyðug eru til tey í góðkendari byggisamtykt ætlaðu tiltøk, vegir, torg, leikvøllir, spælipláss, kirkjugarðar og veitingar av ymsum slagi ella til at byggja á tey í samtyktini almennu hús og annað, ella til at útvega onnur byggilendi, ella sum tað annars hevur umráðandi týdning fyri hitt almenna at hava ræði til at seta reglur í verk samtyktarinnar, skulu, tá ið kommunustýrið krevur tað, verða latnar fyri endurgjøld eftir teimum fyriskipanum, sum henda lóg ásetir.”

Tá  “Løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð”, var til 1. viðgerð á Løgtingi, segði táverandi landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, Bjarni Djurholm, soleiðis: “byggi- og býarskipanarlógin ásetur, at man bara kann ognartaka frá privatum – tað verður tulkað sum um at man ikki kann ognartaka frá tí almanna”.

Hetta hevur altíð verið galdandi rættur.

Fyri at fáa greiðu á rættarstøðuni á økinum verður hesin fyrispurningur settur. 

Á Løgtingi, 23. februar 2026 
Jacob Vestergaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #