Russiskir hermenn siga í nýggjum dokumentari frá, at fleiri av teirra feløgum eru "nullstillaðir" av yvirmonnum, tí teir noktaðu at berjast á hermótinum.
Í dokumentarin hjá BBC við heitinum 'The Zero Line: Inside Russia's War' siga fyrrverandi russiskir hermenn seg fleiri ferðir hava verið vitni til, at felagar vórðu avrættaðir.
Russiska orðið brúkt verður er Obnuliteli, sum frítt týtt merkir null.
Danska TV 2 hevur meira um dokumentarin: sí her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



