Tað vóru ikki nógvir minuttir eftir fyrstu fráboðanirnar um skottilburðin á árliga pressudøgurðanum í Washington, D.C., og eina møguliga morðroynd á Donald Trump, at serliga eitt orð fór at breiða seg á netinum.
- 'Pallsett' (Staged). Tað er eitt orð, sum júst er eksploderað á alskyns sosialum miðlum, sigur Lasse Engelbrecht, journalistur á útlendsku redaktiónini hjá DR við serligum kunnleika til USA.
Hálvt døgn eftir hendingina hevði orðið verið brúkt í fleiri enn 300.000 uppsløgum á sosiala miðlinum X, skrivar New York Times.
Leiting eftir orðinum "staged" øktist eisini á Google.
Orðið kemur fram í sambandi við ymsar teoriir um, at drápsroyndin á amerikanska forsetan varð pallsett á onkran hátt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



