Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Tekstlýsingar

Synergi: Fylg nútíðarrákinum um burðardygd, og set harvið ein enn sterkari dám á tína leiðslu.

Undirvíst verður á donskum.

Burðardygd er vorðin ein týðandi partur av nútímans virkisleiðslu
Hetta krevur at leiðarar skilja strategiska týdningin av at leiða burðardygt. Endamálið við hesum skeiðinum, er at geva tær neyðugu vitanina og amboðini, soleiðis at tú kanst fáa innlit í, stýra, skilja og leiða ymisk átøk fyri burðardygd og skapa tryggleika í tínum leikluti. Harafturat er endamálið eisini at eggja til, at tú sum leiðari hugsar um og viðger tína egnu ábyrgd í sambandi við burðardygga leiðslu.

Innihald
Innihaldið fevnir um mest týðandi evni, so sum sambandið millum burðardygd og vinnu, hvussu vit eyðmerkja møguleikar og hóttanir, og hvussu vit íverkseta burðardyggar mannagondir sum ein natúrligan part av vinnustrategiini.

Dentur lagdur á praktiska nýtslu
Dentur verður lagdur á praktiska nýtslu av verandi amboðum í nýggjum burðardyggum samanhangum – og á týdningin av samskifti (at forða fyri greenwashing og greenhushing), skjalprógvan og positionering.

Undirvísari er Amazon BESTSELJARA rithøvundurin Jasper Steinhausen
Jasper Steinhausen er rithøvundur til altjóða Amazon Bestseljaran “Makin Sustainability Profitable”. Hann hjálpir smáum og miðalstórum framleiðslufyritøkum at gera burðardygd til ein kappingarfyrimun, har hann hevur arbeitt saman við yvir 100 fyritøkum við at gera burðardygd til ein part av kjarnuvirkseminum – við vøkstri og úrslitum.

Skeiðið Burðardygd sum sum strategisk leiðsluamboð” verður 24. mars 2026. Plássið er avmarkað, so tekna teg bara beinanvegin, um tú vilt tryggja tær pláss.

Aros MiniMBA
Skeiðið er samstundis eisini eitt spildurnýtt eyka modul í Aros MiniMBA útbúgvingini. Tvs. skeiðið kann takast sjálvstøðugt umframt tað eisini telur sum nýtt eyka modul, sum byggjir uppá Aros MiniMBA.

Tekna teg á heimasíðuni hjá synergi, www.synergi.fo ella ring 322355

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #