Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Tiltøk

Nevndin fyri Áhugafelagið ”Lutaíbúðir”: Seinastu árini er spurningurin um íbúðartrotið vorðin alt meiri viðkomandi, og setur hann dagsskránna hjá mestsum øllum íbúgvum landsins.

Spurningurin er ikki bara ein spurningur um innivist, men sanniliga eisini um framtíðina hjá okkara ungdómi, okkara eldru og okkara eftirkomarum, ja, um framtíðina fyri Føroyar.

Ein sera týðningarmikil avbjóðing, uppgáva og ábyrgd fyri okkara fólkavaldu, ið eru tey einastu, ið kunnu loysa henda spurningin.

Tí hava vit tikið stig til henda politiska kjakfundin.

Vit hava boðið øllum valbæru flokkum til fundar, og allir flokkar hava tikið av og hava boðað frá, hvør fer at umboða flokkin. Hvør flokkur fær høvi at greiða frá sínari støðu. Tey, ið umboða flokkarnar, standa stavraðað fyri flokkin:

A: Fólkaflokkurin: Beinir Johannesen, løgtingslimur,
B: Sambandsflokkurin: Erhard Joensen, løgtingslimur,
C: Javnaðarflokkurin: Margit Stórá, landsstýrisfólk,
D: Sjálvstýri: Sylvia Thomsen, býráðslimur, Klaksvík,
E: Tjóðveldi: Erling Eidesgaard, løgtingslimur,
F: Framsókn: Hanna Jensen, løgtingslimur,
H: Miðflokkurin: Jenis av Rana, løgtingslimur.

Skráin fyri fundin er henda:

Kl.19.00: Umboð fyri Áhugafelagið ”Lutaíbúðir” býður vælkomin,

Kl. 19.05: Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, hevur framløgu um bústaðarviðurskifti,

Kl. 19.20: Óluva Zachariasen, journalistur, stýrir pallboðsfundinum.

Um 21-tíðina tekur Óluva Zachariasen samanum og endar fundin.

Fundurin er almennur, og vónandi møta fólk fjølment.

GG: Høvi verður at seta politikkarunum spurningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #