Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Lesarin skrivar

Í meira enn fimm ár hava arbeiðsfòlk úr bæði Danmark og øðrum EU-londum stríðst við at byggja tað legendariska sambandið millum Lolland og Fehmarn.

Nú er so langt áleiðis komið, at man fer at transportera tey fyrstu elementini út á sjógv og siðani søkka tey varisliga niður á botn i eini 18 km langari rennu.

Hvørt element er 225 m langt.

Tumellin er ein "kavi-tunell", sum. Ikki verður grivin, men bygd uppi á landi í risahøllum.

Hon verður verðins longsta kavi-hol og fer við øllum motorvegum, tokbreytum og øðrum broytingum at kosta ca 100 milliardir kr.

Stór framsýning og filmar av projektinum er at siggja i Rødbyhavn.

Skuldi onkur føroyskur Kjøpinhavnarvitjandi ynskt sær eitt sera spennandi upplivilsi, eigur. man at fara til tað fagra Lolland og hyggja at arbeiðsøkinum.

Tað tekur bara tveir timar úr høvuðsstaðnum. Tá ið tunellin er liðugur verður leiðin millum Hamburg og Kjøpinhavn stytt við einum tíma.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #