- Eg má siga fyri Føroya fólki, at vit hava samtykt fyrsta stig av eini risa risa verkætlan uttan at hava fingið tað eina haldførisátakið, sum vit vóru samd um upp á pláss, tað er ein lagnuløta fyri okkara tjóð.
Tað segði Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, í samrøðu við ÚF beint eftir at løgmaður hevði boðað frá, at tað verður løgtingsval 26. mars í ár. Og legði afturat:
- Og tað sum vit virkuliga treingja til nú, tað eru fólk sum taka ábyrgd.
- Fyri nøkrum heilt fáum døgum síðani so stóðu Aksel og eg ig hugdi inn í eyguni á hvør øðrum og hann segði við meg: Ruth, vissi tú hevði lumpað meg, so hevði eg aldrin aftur arbeitt saman við tær.
- Og onkursvegna var tað betryggjandi og gjørdi, at eg hevði fult álit á Honum í dag.
- Tað vísti seg ikki at halda.
Spurd um hon hevði samstarvað saman við Havnaðarflokkin aftur, møguliga eftir eitt val, svaraði Ruth Vang:
- Tað havi eg onga viðmerking til, men tað er framt eitt álitisbrot her, tað er tað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



