Dirvi er, tá tú ert tann einasti sum veit, at tú ert bangin
- Colonel David Hackworth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er, tá tú ert tann einasti sum veit, at tú ert bangin
- Colonel David Hackworth
Tónleikur

SF: Hann hevur óvanliga gott tev fyri at seta saman ljóð, løg og orð, og við stórum kreativiteti og musikaliteti skapar Sakaris modernaðan og peppaðan tónleik, sum fær íblástur frá 80'ara pyntipoppi.

Sakaris hevur síðani fyrstu útgávuna í 2012 megnað at skapt eitt heilt egið ljóð og úttrykk, sum bæði kann fevna og strimbra lurtaran.
Í august verður Sakaris aftur at hoyra í toppformi á Summar Festivalinum.

Elektropopparin leggur upp til ordans veitslu, har hann spælir øll hittini. Og á palli verður hann ikki tikin. Hann leverar altíð, tá ið hann hevur framførslur – líkamikið um tað er á Summar Festivalinum, til bingo í pensjónistafelagi ella til trettan ára føðingardag.

Hittini eru eitt nú "Allarbesti", "Aalborg", "Eingin ótti", "Magical Bag of Fun" og "I Put On This Dress Only For You", og saman við bólkinum Byrtu hevur hann gjørt væl umtóktar endurinnspælingar av sangunum "Stjønuskot" og "Frøknur".

Sakaris er garantur fyri peppaðum glammpoppi. Hann er heilt egin. Ljóðið er púra serstakt. Og sangirnir ótrúliga fangandi.

Sakaris spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar 6. til 8. august. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #