USA hevur lopið á iransku oynna Qeshm og havnarbýin Bandar Abbas í Hormuzsundinum.
Ein journalistur hjá Fox News skrivar á X, og vísir á eina dulnevnda amerikanska keldu.
Iranskir miðlar vátta álop:
– Spreingingar á Bahman-bryggjuni á oynni Qeshm hendu undir einum stríði millum iranskar herdeildir og fíggindan, skrivar iranska kringvarpið Irib sambært NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



