Almanna- og Heilsumálaráðið: Í síðstu viku skrivaði Landsverk undir sáttmála við høvuðsarbeiðstakaran Articon, um at byggja nýggja sambýlið við Rygsá á Argjum.
- Stórur og átrokandi tørvur er á fleiri og betri búplássum til vaksin við autismu. Við hesum sambýlinum taka vit eitt týdningarmikið stig at tryggja teimum eitt virðiligt og tíðarhóskandi heim. Hetta er eitt mál, sum vit hava sett okkum fyri, tí vit vita, at karmarnir hava verið óhóskandi, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.
Sambýlið við Rygsá verður bygt til vaksin við autismu. Í sambýlinum verða 24 búpláss, skipað í fýra eindum við seks íbúðum í hvørjari eind. Í hvørjari eind verða tvær íbúðir serliga lagaðar til fólk, sum hava stóran tørv á at vera vard fyri óljóði og órógvi.
Í øllum eindunum verða felagshøli og felagskøkar, og allar íbúðir kunnu hava egna inngongd uttanífrá.
Bygningurin verður 2.090 fermetrar til støddar og verður bygdur í forskotnum hæddum eftir lendinum. Eftir ætlan verður verkætlanin liðug við árslok í 2027.
Sambýlið við Rygsá er liður í ætlanini um at byggja nútíðar sambýli og loysa stóra bústaðartrupulleikan hjá fólki, sum hava tørv á vardum bústaði, og fer at geva hús- og starvsfólki góðar og hóskandi karmar, sum eru bygdir til teirra tørv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



