FAG: Semja er gjørd um nýggjan 2-ára kollektivan sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini.
Tímalønin hækkar 1. mai 2026 við 4,17 krónum og 1. mai 2027 við 5,97 krónum.
Harumframt hækkar eftirlønin 1. mai 2027 við 0,5%.
Ein partur av samlaða lønarkarminum verður nýttur til at gera hækkingar í viðbótunum fyri starvsaldur.
Broytingar eru eisini gjørdar í einstøkum sersáttmálum.
Samlaði útreiðslukarmurin er 7,95% yvir tvey ár.
-
1. mai 2026: 3,95%
-
1. mai 2027: 4,00%
Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur í hesum sambandi:
- Talan hevur verið um avbjóðandi og drúgvar samráðingar, har báðir partar hava víst ábyrgd og við samráðingum hóast alt rokkið einari semju. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit halda hetta vera eina stóra hækking. Serliga tá hugsað verður um sera lágu inflatiónina hesi seinastu tvey árini. Men hetta var tað, sum skuldi til fyri at fáa eina semju, og vit fegnast um, at vit nú hava útlit til frið á privata arbeiðsmarknaðinum komandi tvey árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



