Kríggið millum Ísrael og Hizbollah hevur við sær, at yvir 1,2 milliónir fólk í Libanon nú eru hótt av hungri, ávarar ein serfrøðingabólkur, sum ST stuðlar.
Næstan fjórði hvør libanesiskur íbúgvi, 1,24 milliónir fólk, fer sannlíkt at uppliva matvøruótryggleika á kreppustigi ella verri komandi mánaðirnar, vísir ein nýggj frágreiðing frá Integrated Food Security Phase Classification (IPC), skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



