Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Bøkur

Føroyski Bókmentafestivalurin: Kom við til setanina av Føroyska bókmentafestivalinum 2026 mikudagin 25. februar 2026 kl. 16-18 á Býarbókasavninum í Havn.

Býarbókasavnið er karmur um eina fjølbroytta skrá, har rithøvundar úr Føroyum, Norðurlondum og umheiminum eru við. Her byrjar ein røð av festivaldøgum, har orð ferðast um landamørk, og har bókmentir skapa rúm fyri nýggjum sjónarmiðum, samrøðum og felags hugflogi.

Í ár hugsa vit við landinum. Evnið er Geo-poesi og Geopoetikkur, ein tilgongd til bókmentir og list, ið kannar djúpa sambandið millum landslag, menniskja og málið. Vit hava eisini rithøvundar, ið skriva uttan fyri hetta evnið, t.d. úr Kina, USA og víða um.

Skrá:
Vónbjørt Vang, býarbókavørður, bjóðar vælkomin

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, setur festivalin

Kim Simonsen, festivalleiðari, framløga av tema fyri festivalin

Aftaná verða samrøður og upplestur við luttakandi rithøvundum.

16.20 Vónbjørt Vang um at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2025
Samrøða við Maritu Thomsen, týðara

16.30 Norman Bissell (Skotland) Scottish Centre for Geopoetics.
Um geopoetikk

16.45 Jon Ståle Ritland (Noreg)
Upplestur og samrøða við Kim Simonsen

Kaffi

17.15 Yrkingaupplestur

Kristín Eiríksdóttir (Ísland)
Anna Fohlin Mattsson (Svøríki)
Maja Lucas (Danmark)

17.45 Dennis Maloney (US) White Pine Press

Festivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á føroyskar bókmentir og mentan, styrkja norðurlendskt og altjóða samstarv og eggja til nýggjar hugsanir um okkara felags framtíð.

Skráin fyri Føroyska bókmentafestivalin sæst á
https://www.faroeislandsfestival.net/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #