Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Merkisdagar

Fríggjadagin 23. januar verður Sigurd Nielsen, Vestmanna, 100 ár.

Sigurd var handilsmaður frá 1963 til 2012. Handilin æt "hjá Sigurd", men tað var konan, Elsa, sum fyri tað mesta stóð fyri. Hon fór fyri góðum árið síðan, tá høvdu tey verið gift í 74 ár. Tey áttu seks børn og í dag eigur Sigurd nógv abba-, lang- og oldurabbabørn.

Sigurd hevur stoypt nógvar húsagrundir í Vestmanna, og verið við til at bygt skúlarnar sum hava verið í Vestmanna gjøgnum tíðirnar, í fleiri førum var hann arbeiðsformaður. 

Eisini var Sigurd útróðrarmaður langt upp í 90 árini.

Abbasonur Sigurd er formaður í Sambandsflokkinum og fyrrverandi løgmaður, Bárður Nielsen. Hann sigur við VP, at Sigurd altíð hevur verið sera familjukærur. 

- Hann var eisini ein góður lærumeistari fyri okkum børn, vit fingu hamara í hond frá barnsbeini og sluppu altíð at vera við, sigur Bárður.

Dagurin verður hildin fyri familju og kenningum í missiónshúsinum í Vestmanna har møguleiki er at koma at heilsa uppá frá kl. 17 til 19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #