Fiskamarknaður Føroya: Fimm frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar. Okkurt frystilínuskip landar hesa vikuna. Ísfiskalínuskipið er akkurát byrjað túr norðanfyri. Hann fiskar mest tosk og hýsu.
Streymurin er góður og veðrið verður hampuligt, so vit vænta nakað av útróðri.
Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Báðir landa síðst í vikuni. Tveir eru eystanfyri og fiska svartkalva. Annar kemur at landa í vikuni. Hann hevur verið bæði eystanfyri og á Íslandsrygginum.
Fimm pør eru til fiskarí. Tey flestu koma at landa í vikuni. Fiskaríið er heldur slakari nú.
Tveir trolbátar fiska havtasku. Báðir landa í vikuni. Tveir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av reyðsprøku.
Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt. Allir landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



